- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maskinur og amboð fyri allar pengarnar
Maskinur og amboð fyri allar pengarnar
Fyrstu átta mánaðirnar í ár innfluttu vit maskinur og amboð fyri 440 milliónir krónur.

Í Føroyum floymir úr pengakassanum í amboðskassan.
Mynd: Metlumber
18.10.2014 - 10:15
Tað sæst aftur í innflutningstølunum, at byggivinnan er bólgnað. Frá 1. januar til 1. august í ár innfluttu vit maskinur og amboð fyri 440 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var talið 268 milliónir.
Eisini virðið á innfluttum akførum er hækkað munandi; ein slakan triðing. Fyrstu átta mánaðirnar í fjør innfluttu vit akfør fyri 175 milliónir, men fram til 1. august í ár var innflutningurin 204 milliónir krónur.
Vit innfluttu eisini fleiri húsarhaldsvørur og meiri tilfar til byggivinnu og annan ídnað. Innflutningurin av brennievni og vørum til havbúnað og landbúnað minkaði tó eitt vet, skrivar Hagstova Føroya.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























