Semingsroyndir byrja klokkan 10

Semingsroyndir byrja klokkan 10
Klokkan tíggju í morgun, fer Semingsstovnurin at royna at fáa semju í lag millum handverksmeistarar og handverkarar
Sáttmálasamráðingar byrja klokkan 10 á hotel Føroyum
Mynd: tl.dk  
 
28.10.2014 - 09:07

Semingsroynd verður millum handverksmeistarar og handverkarar í dag. 

Klokkan tíggju fer Semingsstovnurin at royna at fáa semju í lag millum partarnar. 

Semingsstovnurin varð boðsendur næst-seinasta týsdag, tí tá ásannaðu partarnir, at sáttmálasamráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál.

Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum.

Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Síðani teir vóru boðsendir, hava teir tosað við partarnar hvør í sínum lagi fyri at vita, hvat feløgini vænta sær av samráðingunum.

Semingsroyndin verður á Hotel Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542