Birkilund verður umvæld fyri 14,5 milliónir krónur

Birkilund verður umvæld fyri 14,5 milliónir krónur
Býráðið hevur samtykt at umvæla dagsstovnin í staðin fyri at byggja nýggjan
Birkilund gjørdist kommunalur stovnur 1.januar í 2012. Á vári í 2012 varð blámusoppur staðfestur í dagsstovninum.
 
31.10.2014 - 10:26

Tað fer at kosta 14,5 mío. kr. at umvæla dagsstovnin Birkilund í eysturbýnum í Havn

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at taka av tilboði frá Húsavarðartænastuni upp á arbeiðið.

Trivnaðarnevndin hjá býráðnum samtykti annars í apríl í ár at seta í verk býráðssamtyktina frá juli í 2012 um at byggja nýggjan stovn og bjóða arkitektaarbeiðið út alment.

Men í mai í ár samtykti Fíggjarnevndin at mæla býráðnum til at bjóða út arbeiðið at høvuðsumvæla bygningin sum undirhondsboð millum tveir arbeiðstakarar. Og tað samtykti býráðið. 

Eittans tilboð kom, og tað var frá Húsavarðartænastuni. 

Umvælingin er mett at taka 10 mánaðir. 

Blámusoppur er í Birkilund, og tí er neyðugt at umvæla bygningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375