Meira komið inn í skatti

Meira komið inn í skatti
Fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur landið fingið 53,4 milliónir krónur meira inn í skatti í mun til í 2013
Meira er komið inn í skatti í ár í mun til sama tíðarskeið í 2013, sambært eini uppgerð hjá TAKS
 
04.11.2014 - 15:45

<p>Landið hevur fingið meira pengar inn í skatti higartil í ár enn somu tíð í fjør. Ein uppgerð hjá TAKS vísir, at landið fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur fingið 53,4 milliónir krónur meira inn enn sama tíðarskeið í fjør.</p>

<p>Higartil í ár hevur landið fingið 1,08 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,18 prosent hægri enn um somu tíð í fjør. Føroysku kommunurnar hava higartil fingið nakað meir inn í skatti fyrstu tíggju mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.</p>

<p>Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 233 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 50 milliónir krónur ella 4,28 prosent meir enn sama tíðarskeið í fjør, sigur TAKS á heimasíðuni.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Leygardag 7. februar
Upp á tá - 060226
203863
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827