Danir bidnir um lógarbroytingar at hjálpa fangum

Danir bidnir um lógarbroytingar at hjálpa fangum
Løgmaður hevur biðið Ríkisumboðið um skrivliga frágreiðing um umstøðurnar í Varðhaldinum í Mjørkadali
Umstøðurnar hjá teimum, sum eru innilæst í Mjørkadali, eru ikki tær bestu, fingu løgtingsfólk varhugan av, tá tey vóru har herfyri.
 
05.11.2014 - 07:50

Ríkisumboðið er biðið um at geva løgtinginum eina frágreiðing um umstøðurnar í Varðhaldinum í Mjørkadali og hjá føroyingum yvirhøvur, sum eru dømdir inn at sita.    

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sent fyrispurningin hjá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, til Ríkisumboðið og biðið um at fáa skrivliga frágreiðing um tey viðurskifti, sum eru nevnd í fyrispurninginum.

Umstøðurnar hjá fangunum í Mjørkadali eru ikki góðar, sigur Rigmor Dam.

Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin hjá løgtinginum hava vitjað Varðhaldið í Mjørkadali.

Rigmor Dam er næstforkvinna í Trivnaðarnevndini. Eftir at hava verið í Mjørkadali spurdi hon løgmann, sum umsitur løgmálini í landsstýrinum, um millum annað umstøðurnar hjá fangum í Varðhaldinum. 

Danskt málsøki

Løgmaður svarar, at málsøkið varðhaldsfongsling er ikki yvirtikið.

Munur er á varðhaldsfongsling í føroysku rættargangslógini og teirri donsku.
  
Í donsku lógini eru neyvari reglur um avmarkingar í at brúka varðhaldsfongsling, og neyvari reglur eru um, hvussu varðhaldsfangar skulu viðfarast. 

Løgmansskrivstovan hevur júst biðið danska Løgmálaráðið um at fáa somu reglur, sum eru galdandi í Danmark, í føroysku lógina.

Bíðað eftir svari í fýra ár

Og fyri fýra árum síðani bað Innlendismálaráðið danska Løgmálaráðið um at fáa serligar reglur um, nær føroyingar skulu til Danmarkar at sita og um rættindi teirra.  

Tað seinasta, Løgmansskrivstovan hevur frætt úr Løgmálaráðnum er, at uppskot um kongaliga fyriskipan at seta í gildi hesa lóg helst verður klárt um ársskiftið. 

Í gjár boðaði Jóna Mariusardóttir Mortenseen, løgtingskvinna, frá skrivligum fyrispurningi til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.

Løgtingskvinnan spyr, um landsstýriskvinnan arbeiðir við at geva teimum ungu, sum eru í Varðhaldinum í Mjørkadali, eitt tilboð, tá tey verða latin leys.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112