Tilkomin maður druknaður í Havn

Tilkomin maður druknaður í Havn
Ein tilkomin maður, sum var farin at hyggja til bátin á Kongabrúnni, doyði gjárkvøldið
Tilvildarlig savnsmynd
 
08.11.2014 - 09:29

Ein tilkomin maður doyði í gjárkvøldið, tá hann - eftir øllum at døma - datt niður ímillum bátin og bátabrúnnar við Kongabrúnna í Havn og druknaði. 

Maðurin var farin at hyggja til bátin hjá sær, og tá hann ikki kom aftur, fóru avvarandi at leita. 

Løgreglan var eisini boðsend. Motorurin á bátinum gekk, men maðurin var ikki at síggja. Maðurin varð funnin lívleysur á sjónum. 

Enn er ógreitt, júst hvat er hent. Ein sjúkrabilur var boðsendur beinanvegin og maðurin var í skundi fluttur á sjúkrahúsið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985