Reglurnar um fíggjarligt virksemi verða herdar

Reglurnar um fíggjarligt virksemi verða herdar
Átta ríkislógartilmæli koma til viðgerðar í tinginum í morgin
Nú fara føroysku peningastovnarnir at virka undir somu reglum, sum vóru galdandi fyri danskar peningastovnar 31. desember 2013
 
11.11.2014 - 11:18

Løgtingið fer í morgin at viðgera fleiri ríkislógartilmæli, sum hava til endamáls at herða reglurnar um fíggjarligt virksemi í Føroyum. Hetta verður gjørt í kjalavørrinum av búskaparkreppuni.

Tá løgtingið hevur samtykt tey átta ríkislógartilmælini, er lógin um fíggjarligt virksemi dagførd til tað, sum var galdandi í Danmark nýggjársaftan 2013. Og sostatt fara føroysku peningastovnarnir at virka undir somu reglum, sum vóru galdandi fyri danskar peningastovnar 31. desember 2013, sigur Fíggjarmálaráðið. 

Sambært uppskotinum fær Fíggjareftirlitið møguleika at lata føroyskum eftirlitsmyndugleikum trúnaðarupplýsingar, sum teir hava fyri neyðini til tess at røkja sínar eftirlitsskyldur. Eisini eru herdar reglur til fíggingarfyritøkur at játta lán og trygdir til virki, har stjórar og nevndarlimir í fíggingarfyritøkuni eru stjóri ella nevndarlimur í virkinum. 

Tá fíggingarfyritøkur ætla at víðka virksemi sítt til lond, sum ikki hava avtalu við Føroyar ella ES, hava tær skyldu at boða Fíggjareftirlitinum frá. Eftirlitið fær á tann hátt eina heildarmynd av virkseminum há fíggingarfyritøkum bæði innanlands og uttanlands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311