194 valevni kappast um 31 sessir

194 valevni kappast um 31 sessir
Aleqa Hammond og Kuupik Kleist stilla ikki uppaftur til landstingsvalið í Grønlandi
31 sessir eru í grønlendska landstinginum
 
13.11.2014 - 11:38

194 fólk stilla upp til landstingsvalið í Grønlandi 28. november. Teir seks flokkarnir stilla upp 192 valevnini, og tvey valevni eru á einum uttanflokkalista.

Valnevndin hevur góðkent allar valevnislistarnar.

31 valevni stilla upp fyri Attasut, Demokatarnir hava 14, IA 41, Parti Inuit hevur 12 valevni, og nýggjasti flokkurin, Parti Nalerad, hevur 33 valevni. Á listanum hjá Siumut eru 57 vaelvni.

Millum teirra, sum ikki stilla upp til landstingsvalið hesaferð, eru Aleqa Hammond, fyrrverandi landsstýrisforkvinna í Siumut, og Kuupik Kleist, fyrrverandi landsstýrisformaður í IA. Ein fíggjarlig gøla rakti bæði tvey, tí tey skyldaðu landskassanum pening. 

31 sessir í eru í grønlendska landstinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815