Íslendingar og Varðin keypa trolvirki í Klaksvík

Íslendingar og Varðin keypa trolvirki í Klaksvík
Hampiðjan og Varðin í Gøtu eiga nú 90 prosent av Silneti
Sílnet ger trol og nótir, og felagið varð stovnað fyri 12 árum síðani
 
13.11.2014 - 08:16

Íslendska fyritøkan Hampiðjan og Varðin í Gøtu hava keypt 90 prosent av trolvirkinum Sílneti í Klaksvík.

Tað varð fráboðað keypsskálanum í Reykjavík í gjár. 

Kristian Sofus í Lambanum, sum stovnaði smápartafelagið Sílnet, eigur nú tíggju prosent av felagnum. Hann heldur fram í stjórastarvi í fyritøkuni.

Hans Jacob Paulsen er stjóri í Sílneti.

45 prosent í part

Hampiðjan og Varðin eiga 45 prosent hvør í Sílneti. Hampiðjan keypti sín part fyri 600.000 kr. 

Hampiðjan selur nógva útgerð til føroysku uppsjóvarskipini, bæði trol og veirar. Samstundis er partapeningurin í Sílneti hækkaður seks milliónir krónur, Hampiðjan og Varðin seta tríggjar milliónir hvør í felagið, sum tey hava keypt. 

Neyðugt var at hækka partapeningin, so felagið kundi ogna sær hóskandi høli og amboð og maskinur.

Sílnet ger trol og nótir. Felagið varð stovnað fyri 12 árum síðani. Tað var fyrst í Gøtu, men er nú í Klaksvík. Fyri stuttum flutti fyritøkan í 1900 fermetra stóra høll í Klaksvík.  
  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375