Hava kannað 17 túrar hjá føroyskum skipum

Hava kannað 17 túrar hjá føroyskum skipum
Næraberg var bara slakar tríggjar tímar í Lerwick fyrrapartin fríggjadagin og kom á Kollafjørð leygardagin
 
17.11.2014 - 09:08

Skotski fiskimálaráðharrin, Richard Lochhead, vil ikki hava sitandi á sær, at skotska fiskiveiðieftirlitið ikki røkir skyldu sína og kannar føroysk uppsjóvarskip, sum fiska við Hetland.

Næst seinasta sunnudag fekk Christian í Grótinum boð um at fara til Lerwick, og fríggjamorgunin fekk Næraberg boð um at fara inn í Lerwick.

Sambært heimasíðuni Shetnews er samband millum kanningarnar hjá fiskiveiðieftirlitinum og politiska trýstið á eftirlitið.

Hetlendski limurin í skotska parlamentinum, Tavish Scott, hevur skuldsett fiskiveiðieftirlitið fyri ikki at gera arbeiði sítt til frama fyri skotsku uppsjóvarvinnuna.

Nógv føroysk skip kannað

Men hesum vísir Richard Lochhead, ráðharri, aftur. Hann sigur, sambært Shetnews, at nógv tey flestu føroysku skipini, sum hava roynt í skotskum sjógvi, eru kannað. Ráðharrin sigur, fiskiveiðieftirlitið hevur kannað 17 av 21 túrum hjá føroyskum uppsjóvarskipum í skotskum sjógvi.

Skotsk skip verða verri enn so kannað so ofta, sigur ráðharrin eisini. Skotar eru í øðini inn í ES, tí ES gjørdi eina avtalu um makrel við Føroyar, sum sambært fiskimonnum og politikarum í Skotlandi gav Føroyum alt ov nógv. 

Næraberg var bara slakar tríggjar tímar í Lerwick fyrrapartin fríggjadagin og kom á Kollafjørð leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375