- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar raskir at velja
Føroyingar raskir at velja
Valluttøkan í Føroyum og Danmark liggur um 90 prosent

19.11.2014 - 15:42
Føroyingar eru teir ídnastu veljararnir í norðurlondum.
Tað vísir eitt yvirlit í norðurlendsku árbókini, sum samanber valluttøkuna í norðurlondum á tjóðartingsvalum.
Tølini vísa, at føroyingar og danir eru teir ídnastu veljararnir. Á seinasta løgtingsvali vóru útvið 90 prosent á vali í Føroyum, og tað sama var talið fyri fólkatingsval í Danmark.
Í Finnlandi og Álandi eru teir minst ágrýtnu veljararnir. Har var valluttøkan umleið 67 prosent á seinasta vali, stendur í norðurlendsku hagtalsárbókini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

















