Føroyska makrelkvotan 133.000 tons næsta ár

Føroyska makrelkvotan 133.000 tons næsta ár
Føroyar, ES og Noreg gjørdu seinnapartin semju um heildarkvotuna av makreli í 2015.
 
21.11.2014 - 15:03

Føroyska makrelkvotan verður 132.814 tons næsta ár, sum eru okkurt um 24.000 tons minni enn í ár. 

Føroyar, ES og Noreg gjørdu seinnapartin semju um heildarkvotuna av mekreli í 2015.

Heildarkvotan er ein millión og 54.000 tons. Heildarkvotan er innan fyri karmin, sum ICES metir vera burðardyggan. 

Londini eru samd um at hittast í Føroyum tíðliga komandi ár, har farið verður undir samráðingar um eina umsitingarætlan fyri makrel fyri næstu árini. 

Til hesar samráðingar verða Grønland, Ísland og Russland boðin við.

Føroyar taka nú við formansskapinum viðvíkjandi samráðingunum millum strandarlondini um makrel. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847