Kærari: Fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig

Kærari: Fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig
Kærarin heitir tí á Mentamálaráðið um at ógilda innstillingina av Ova Brim til sóknarprest og vísa hana aftur til nýggja viðgerð
 
03.12.2014 - 07:51

Innstillingin av sóknarpresti í Nes Sóknar Prestagjaldi má ganga umaftur, tí fleiri í kirkjuráðnum eru ógegnig, og tað er í stríð við fyrisitingarlógina.

Tað heldur advokaturin hjá einum umsøkjara, ið hevur kært innstillingina av Ova Brim sum prest til Mentamálaráðið.

Í kæruni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísir kærarin á fleiri ivasom viðurskifti.

Eitt nú er deknurin í kirkjuni pápi Ova Brim. Formaðurin í kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin. Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í kirkjuráðnum.

Vil hava nýggja viðgerð

Kærarin vísir eisini á, at tætt samband er millum foreldrini at Ova Brim og kirkjuráðsformannin, sum eisini var førdi orðið, tá setanarsamrøðurnar vóru.

Kærarin heitir tí á Mentamálaráðið um at ógilda innstillingina av Ova Brim og vísa hana aftur til nýggja viðgerð.

Tað lá annars í kortunum, at Ovi Brim skuldi taka við sum prestur í sóknini, eftir at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu høvdu innstillað hann til kallið sum sóknarprestur.

Eftir ætlan skuldi prestvígsla og innsetan vera nú í desember, men tað er fyribils avlýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329