Svøríki: Fíggjarlógaruppskotið er fallið

Svøríki: Fíggjarlógaruppskotið er fallið
Sosialdemokratiski stjórnarflokkurin hevur tíðindafund klokkan 15.30
 
03.12.2014 - 15:16

Svenski ríkisdagurin hevur felt fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini. 153 atkvøddu fyri og 182 ímóti.

Sosialdemokratiska minnilutastjórnin hjá Stefan Løfven, forsætisráðharra, hevur bert sitið í 62 samdøgur. Hvat Løfven ætlar sær at gera, verður væntandi greitt hvørja løtu, tí klokkan 15.30 hava sosialdemokratarnir boðað til tíðindafund í Stokkhólmi. 

Hóast tað var greitt frammanundan, at fíggjarlógaruppskotið fór at falla, avgjørdi forsætisráðharrin, at ríkisdagurin skuldi sleppa at atkvøða um tað. 

Eygleiðarar siga, at politiska kreppan í Svøríki í løtuni er søgulig. 

Sí SVT her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442