Læknin: Eg havi onki skeivt gjørt

Læknin: Eg havi onki skeivt gjørt
Kommunulæknin vísir øllum skuldsetingum aftur um kynsligan ágang móti kvinnum
 
09.12.2014 - 18:05

Kringvarpið hevur tosað við kommunulæknan, sum í løtuni er suspenderaður úr sínum starvi. Hann vísir skuldsetingunum um kynsligan ágang aftur. 

-Í mínum arbeiði sum kommunulækni havi eg gjørt undirlívskanningar í nógv ár. Hesar kvinnurnar hava eina uppliving av støðuni, men sjálvur havi eg eina aðra uppliving, sigur kommunulæknin, sum vísir aftur, at nakað skeivt er farið fram.

Kommunulæknin er avhoyrdur í fleiri umførum, so hvørt sum fleiri og fleiri kvinnur hava meldað hann til løgregluna.

-Burtursæð frá tí havi eg hoyrt lítið um málið. Av tí at eingin ákæra enn er reist móti mær, havi eg trupult við at fyrireika meg til eitt møguligt rættarmál. Eg harmist sjálvandi um at vera suspenderaður úr mínum starvi, og í løtuni veit eg einki um míni framtíðarútlit, sigur kommunulæknin.

Hann harmast í dag um, at hann var einsamallur við kvinnunum, meðan undirlívskanningarnar vórðu gjørdar.

-Jú, sæð í bakspeglinum var tað skeivt av mær at vera einsamallur við kvinnunum. Tað er tó ikki altíð eitt val hjá einum kommunulækna, og tí er einki óvanligt í at læknin er einsamallur við sjúklinginum til slíkar kanningar, sigur kommunulæknin.

Kommunulæknin upplýsir fyri Kringvarpinum, at hann broytti mannagongdir, tá løgreglan á fyrsta sinni setti seg í samband við seg, soleiðis at annað heilsustarvsfólk eisini var til staðar til undirlívskanningarnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531