Breið politisk semja í Svøríki í fleiri ár

Breið politisk semja í Svøríki í fleiri ár
Svøríkisdemokratarnir hava longu boðað frá misáliti á Stefan Løfven, forsætisráðharra
Mynd: SVT  
 
27.12.2014 - 14:43

Tað var ein fegin Stefan Løfven, forsætisráðharri, sum á tíðindafundi fyrrapartin kunngjørdi, at minnilutastjórnin millum sosialdemokratarnar og umhvørvisflokkin hevur gjørt semju við borgarligu andstøðuflokkarnar - teir eru Konservativi flokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Kristnu demokratarnir - um fleiri politisk mál. 

Desember-avtalan, sum hon verður nevnd,  varð kunngjørd fimm dagar eftir, at svenska sjónvarpið avdúkaði, at stjórnin og andstøðuflokkarnir, sum vóru í samgongu fyri valið, høvdu havt loyniligar samráðingar, til tess at sleppa undan nývali.

Semja er um, hvussu ein minnilutastjórn kann stýra landinum, og hvussu ein tílík stjórn kann fáa eina fíggjarlóg samtykta.

Fíggjarlógin feldi stjórnina

Tað var júst atkvøðugreiðslan fyrst í desember um fíggjarlógaruppskotið hjá stjórnini, sum gjørdi, at Stefan Løfven, forsætisráðharri, kunngjørdi, at hann fór at skriva út nýval, bert 62 dagar eftir at hann hevði fingið stjórnarvaldið. 

Ríkisdagurin feldi uppskotið hjá stjórnini, tí Svøríkisdemokratarnir atkvøddu móti.

Avtalan ber í sær, at Løfven noyðist at stýra eftir fíggjarlógaravtaluni, sum borgarligu flokkarnir hava gjørt, hetta til apríl. Tá kann hann royna at fáa meiriluta fyri sínum egna fíggjarpolitikki.

Og forsætisráðharrin ætlar eisini at halda fram við samstarvinum við Vinstraflokkin, sum ikki er partur av avtaluni, sum nú er gjørd.

Avtalan er galdandi til 2022, og flokkarnir binda seg til ikki at atkvøða ímóti einari fíggjarlóg, sum teir ikki taka undir við, men teir lova í staðin at atkvøða blankt. 

Hava eftirlýst avtalu

- Avtalan styrkir Svøríki, og flokkarnir í borgarligu samgonguni heilsa henni vælkomnari, tí vit hava leingi roynt at fingið eina tílíka avtalu lag, sigur forkvinnan í Konservativa flokkinum, Anna Kinberg Batra.

Vinstriflokkurin og Svøríkisdemokratarnirn eru ikki við í avtaluni, men Vinstriflokkurin varð kunnaður um hana, áðrenn hon varð kunngjørd. 

Stefan Løfven kann sostatt halda fram sum forsætisráðharri í Svøríki, men hann hevur lovað at lata øðrum valdið, um parlamentariska grundarlagið verður broytt. 

Hvørki flokkarnir á vinstraveingi ella borgarligu flokkarnir vilja hava nakað við víðgongdu Svøríkisdemokratarnar at gera, og avtalan, sum nú er gjørd, rekur teir út í eina politiska oyðimørk, siga eygleiðarar. 

Reisa misálit

Formaðurin í Svøríkisdemokratunum, Matthias Karlsson, hevur longu boðað frá, at flokkurin fer at reisa misálit á Stefan Løfevn, forsætisráðharra. 

- Seks flokkar eru ímóti okkum. Svøríkisdemokratarnir hava nú leiklutin sum einasti leiðandi andstøðuflokkur í ríkisdegnum, sigur Matthias Karlsson, við svenska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179