Nýggjur formaður í Skipara- og navigatørfelagnum

Nýggjur formaður í Skipara- og navigatørfelagnum
Annfinnur Garðalíð er nýggjur formaður í felagnum, og næstformaður er Elias Zachariassen
 
29.12.2014 - 18:33

Skipara- og navigatørfelagið hevur havt aðalfund í dag. Seks nevndarlimir stóðu fyri vali, og fýra teirra stillaðu ikki uppaftur, - teirra millum formaðurin, Eyðstein Djurhuus. 

Nýggja nevndin sær nú soleiðis út, at Annfinnur Garðalíð er formaður, næstformaður er Elias Zachariassen og hinir í nevndini eru Ellindur Abrahamsen, Leivur Christiansen, Ólavur Biskopstøð, Andrias Højgaard og Kristin Friis. Nývaldir í nevndina eru Niels Nielsen, Annfinn Fagraklett, Jan Haldansen og Svenning Borg. 

1.200 limir eru í Skipara og navigatørfelagnum, - helvtin av teimum eru virknir limir, sum felagið hevur sáttmála fyri, og hin helvtin eru teir, sum sigla við útlendskum skipum. Sáttmálin fyri fiskiskip er uppsagdur til at fara úr gildi við ársskiftið, og sáttmálin fyri farma- og frálandaskip kann sigast upp til 1. mars 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375