Lutakast um 18.000 tons av makreli

Lutakast um 18.000 tons av makreli
Eitt grannskoðaravirkið stendur fyri lutakastinum, og innanhýsis løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Vørn sigur, at slíkt lutakast er lógligt.
Avger eitt reiðarí ikki at søkja um at sleppa nýggjan túr, tá tann fyrsti er liðugur, kann nummar níggju í lutakastinum sleppa framat og so framvegis, so leingi kvota er eftir.
Mynd: Savnsmynd  
 
04.01.2015 - 14:32

Týsdagin klokkan tvey verður lutakast á skrivstovuni hjá Vørn í Havn. Lutakastið verður millum 37 skip um átta makrelloyvi í ES sjógvi í 2015. Felagskvotan er knappliga 18.000 tons.

Tá eru tonsini, sum nótaskipini fáa, ikki tald við. 

Eitt grannskoðaravirkið stendur fyri lutakastinum, og innanhýsis løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Vørn sigur, at slíkt lutakast er lógligt. 

Bara 14 skip sleppa at fiska í senn, og tí sær Vørn ongan annan útveg enn at kasta lut millum skipini, sum hava søkt.

Tó hava tey seks nótaskipini framíhjárætt, og sleppa tey øll á listan, sum ES skal góðkenna. 14 skip kunnu vera á listanum í senn. 
Avgerðin um lutakast um raðfylgjuna hjá skipunum er tikin, tí nógv fleiri umsóknir enn tey átta loyvini, sum kunnu latast afturat loyvunum hjá nótaskipunum, eru komnar. 
Og Vørn metir ikki, at serligar treytir lógliga kunnu setast teimum, sum hava søkt, treytir, sum kundu sáldað skip frá.
Skipini fáa loyvi til ein túr í senn í ES sjógvi eftir raðfylgjuni, sum lutakastið gevur. 


Avger eitt reiðarí ikki at søkja um at sleppa nýggjan túr, tá tann fyrsti er liðugur, kann nummar níggju í lutakastinum sleppa framat og so framvegis, so leingi kvota er eftir.
Higartil eru umsóknir komnar um 37 skip, men fleiri kunnu leggjast afturat, tí Vørn upplýsir, at freistin at søkja er til á midnátt í annaðkvøld.
Lutakast er roynt fyrr. Fyri nøkrum árum síðani hevði Fiskimálaráðið lutakast um loyvi at fiska botnfisk í Eysturgrønlandi, tí so nógvar umsóknir vóru og kvotan lítil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595