Álop á franskt blað - 12 fólk dripin

Álop á franskt blað - 12 fólk dripin
Í minsta lagi 12 fólk eru dripin eftir at skot eru latin av ímóti redaktiónini á franska satirublaðnum, Charlie Hebdo, skriva útlendskir fjølmiðlar
12 fólk eru dripin og 10 álvarsliga særd, eftir at skot vórðu latin av á franska satirublaðnum, Charlie Hebdo, mikumorgunin
Mynd: AP

07.01.2015 - 12:25

Atsóknin at franska satirublaðnum Charlie Hebdo í París hevur kravt í minsta lagi 12 mannalív, og 10 fólk eru særd. Fýra av teimum dripnu eru teknarar á blaðnum, og tvey eru løgreglufólk.

Eitt av starvsfólkunum á blaðnum Charlie Hebdo sigur, at gerningsmenninir skutu eftir øllum, sum rørdist í redaksjónshølinum, og 40 fólk flýddu upp á tekjuna.

Videomyndir vórðu tiknar av gerningsmonnunum, áðrenn teir sluppu til rýmingar í einum svørtum bili. Hann varð seinni funnin tómur í útriðuni av París.

Myndirnir vísa, at drápsmenninir hava Kalashnikov-byrsur. Eitt av starvsfólkunum læt menninar sleppa inn í bygningin, har Charlie Hebdo heldur til.

Gera alt fyri at finna teir seku

Teknarin Corine Rey hevði júst verið í barnagarðinum eftir dóttrini, tá hon trýst á loyniorðið, so teir sluppu inn á redaksjónina, og síðani fóru teir at skjóta.

Blaðið hevur millum annað prentað tiltiknu Muhammed-tekningarnar París er í hægstu tilbúgving, og 3.000 løgreglufólk hava fingið boð um at verja býin. Trygdin í eitt nú flutnings- og heilsuverkinum er herd, eins og KT-trygdin.

Ein onnur sjónbandaupptøka vísir, at tveir vápnaðir menn róptu "Allah Akbar" á arabiskum, sum kann týðast til "Guð er stórur." Franski forsetin, Francois Hollande, sigur, at talan er um eina yvirgangsatsókn, og at alt verður gjørt fyri at finna teir seku.

Stjórnin í Fraklandi fór á kreppufund seinnapartin í dag. Í kvøld fer franski forsetin, Francois Hollande, væntandi at halda røðu fyri tjóðini í kjalarvørrinum í álopinum á franska blaðið í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977