Frakland syrgir: Jagstra framvegis brotsmenn

Frakland syrgir: Jagstra framvegis brotsmenn
Sjey fólk eru handtikin eftir álopini á franska satirublaðið, Charlie Hebdo, í gjár, tá 12 fólk vórðu myrd. Brotsmenninir verða framvegis jagstraðir
Fleiri túsund løgreglufólk í Fraklandi jagstra brotsmenninar, ið myrdu 12 fólk í París í gjár, tá lopið varð á satirublaðið, Charlie Hebdo
Mynd: AP

08.01.2015 - 08:55

Sjey fólk eru handtikin í Fraklandi í nátt, eftir yvirgangsálopið í París í gjár. Tað upplýsir franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, í samrøðu við sjónvarpsstøðina RTL.

Tey sjey fólkini, ið eru handtikin í málinum, eru øll skyldfólk ella vinfólk hjá teimum, ið eru undir illgruna at hava staðið fyri yvirgangsatsóknini mikudagin, tá 12 fólk vórðu myrd.

Løgreglan leitar í løtuni eftir tveimum brøðrum, ið hildið verður, hava staðið fyri álopinum. Triði maðurin, illgruni er um, hevur givið seg yvir til løgregluna, sambært AFP. Hann er 18 ára gamal.

Áður dømdur fyri yvirgang

Í nátt hava servandar deildir hjá fronsku løgregluni leitað eftir monnunum í býnum Reims, 140 kilometrar í ein landnyrðing úr París.

Løgreglan hevur kunngjørt myndir av teimum báðum monnunum, sum eru 32 og 34 ára gamlir. Sambært tíðindastovuni AP eru menninir brøður og franskir ríkisborgarar.

Annar bróðirin, Cherif Koauchi, hevur áður sitið í fongsli fyri at hava útvegað ungar menn til heilagt kríggj í Irak. Hann varð dømdur í 2005 og varð fongslaður í hálvt annað ár.

Syrgidagur lýstur í Fraklandi

Menninir, sum løgreglan leitar eftir, trokaðu seg fyrrapartin í gjár inn á redaksjónina á satirublaðnum Charlie Hebdot og skutu frá hond. 10 starvsfólk á blaðnum, teirra millum blaðstjórin, doyðu, og tvey løgreglufólk lótu eisini lív.

SÍ EISINI Álop á franskt blað - 12 fólk dripin

Menninir tóku til rýmingar í einum bili, sum seinni varð funnin tómur. Teir fóru eftir øllum at døma í annan bil, har løgreglan fann samleikakort hjá monnunum, og tí bar til at eyðmerkja teir.

Fleiri túsund løgreglufólk vórðu send at leita eftir yvirgangsmonnunum, og París er í hægstu tilbúgving. Franski forsetin, Francois Hollande, hevur kunngjørt, at almennur syrgidagur er í Fraklandi í dag.

Fordøma yvirgangsálopið

Leiðarar í øllum heiminum hava fordømt yvirgangsatsóknina í París í gjár, og Charlie Hebdo hevur fingið fleiri samkenslufjarrit, millum annað frá Føroyskum Miðlafólkum. Felagið sigur, at tað fordømir hesa ræðuligu gerð, sum er eitt álop á miðlafólk, ið bara eru farin til arbeiðis.

Men óttin, sum hetta álop kann elva til, er eisini eitt álop á talu- og skrivifrælsið hjá okkum øllum, skriva Føroysk Miðlafólk í samkenslufjarritinum til Charlie Hebdo.

Francois Hollande, franski forsetin, segði stutt eftir yvirgangsálopið mikudagin, at myndugleikarnir fara at gera alt, teir eru mentir, fyri at finna og handtaka brotsmenninar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982