EYKASENDING: Charlie Hebdo

EYKASENDING: Charlie Hebdo
Dagur og Vika senda í kvøld eina eykasending um yvirgangsatsóknina á franska satirublaðið, Charlie Hebdo.
Je suis Charlie, eg eri Charlie, er vorðið slagorðið fyri milliónir av fólkum kring knøttin, sum vísa virðing og samkenslu fyri teimum, ið lótu lív fyri talufrælsið
Mynd: savnsmynd  
 
09.01.2015 - 14:48

10 fólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu dripin, tá vápnaðir gerningsmenn mikudagin trokaðu seg inn á redaksjónina og skutu frá hond. Starvsfólkini á blaðnum vórðu dripin fyri at nýta teirra lógartryggjaða talufrælsi. Tveir politistar lótu eisini lív í atsóknini. Síðani hava verið fleiri skothendingar, tvær gíðslatøkur og yvirhøvur tykist støðan í Fraklandi vera kaotisk.

Atsóknin, sum framvegis ikki er endað, verður rópt eitt alop á fólkaræðið, eitt álop á talufrælsið. Tí broytir vangamyndin í kvøld skap og verður ein eykasending um yvirgangsatsóknina á Charlie Hebdo. Dagur og Vika verður tí eisini longd til ein tíma. Gestir í sendingi eru Rólant í Skorini, magistari í fronskum og religiónsvísindi, Hanna Jensen, franskur konsulur, Brynhild Thomsen, journalistur og Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri.

Liljan Weihe er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136