Nýggj fjarskiftislóg skal eggja til herda kapping

Nýggj fjarskiftislóg skal eggja til herda kapping
Tann 1. januar næsta ár fáa Føroyar eina nýggja fjarskiftislóg. Tað ætlar Vinnumálaráðið, sum hevur sent uppskot um fjarskiftislóg til hoyringar
1. januar 2016 fáa Føroyar nýggja fjarskiftislóg, ið avloysir verandi lóg, ið kom í 1997. Nýggja fjarskiftislógin skal millum annað tryggja herda kapping
 
09.01.2015 - 08:10

Lógin skal koma í staðin fyri lógina frá 1997, sum sambært Vinnumálaráðnum hevur virkað væl. Men tøkniliga menningin síðani 1997 er stór, so sum samanrenning av tøkni og miðlum, tráðleyst samskifti og internet.

Nýggja lógin skal millum annað tryggja kappingina um fjarskifti. Tað hevur eisini týdning, at lógin í Føroyum líkist lógunum í grannalondunum, so veitarar har kenna seg aftur, hava teir hug at bjóða seg fram í Føroyum.

Lógin skal eggja til herda kapping

Eitt endamál við nýggju lógini er at eggja føroysku telefeløgunum til at herða kappingina. Vinnumálaráðið sigur, at gerst kappingin ov lítil í Føroyum, kunnu feløgini vænta, at aðrir veitarar, bæði føroyskir og útlendskir, koma á marknaðin.

Nýggja fjarskiftislógin skal tryggja góðar og bíligar televeitingar, samstundis sum pláss verður til at gera íløgur í nýggja tøkni á fjarskiftisøkinum, sigur Vinnumálaráðið.

ES-lóggáva um fjarskifti er grundarlagið undir uppskotinum um nýggja føroyska fjarskiftislóg, sum nú er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 29. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203