- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er nýggja forsíðan á Charlie Hebdo
Tað hevur ljóðað, at franska satirublaðið, ið var fyri yvirgangi mikudagin í seinastu viku, eisini kemur út í Danmark, og hetta er nú váttað.
- Vit hava bílagt 300 eintøk, som vit rokna við koma í handlarnar hósdagin ella fríggjadagin, sigur Christian Lanng, stjóri í Bladkompagniet, ið stendur fyri útgávuni í Danmark, við Berlingske.
Væntandi fer blaðið at kosta 40-50 krónur í Danmark, sigur Christian Lanng. Verður blaðið útselt í Danmark, verða fleiri eintøk bíløgd úr Fraklandi.
Upplagið víðkað munandi
Áðrenn yvirgangsatsóknina mikudagin í seinastu viku, var satirublaðið, Charlie Hebdo, prentað í 60.000 eintøkum. Tá blaðið kemur út í morgin, verður upplagið met stórt.
Fyrispurningurin eftir blaðnum er nú so stórur, at blaðið í morgin verður prentað í trimum milliónum eintøkum á 16 ymiskum málum, skrivar danski netmiðilin, MediaWatch.
Í tekstinum omanfyri á forsíðuni á nýggju útgávuni stendur "Alt er fyrigivið" og á skeltinum, teknaði maðurin á tekningini heldur í hondunum, stendur "Eg eri Charlie."
Fyrsta blaðið eftir yvirgangsatsókninina verður kortini skert í síðutølum. Meðan blaðið vanliga hevur verið 16 síður, verður blaðið bert átta síður, tá tað kemur í handlarnar seinni í vikuni.
Tilsamans vórðu 17 fólk myrd í Fraklandi í seinastu viku. 10 blaðfólk, trý løgreglufólk og fýra gíslar, tá yvirgangsmenninir vórðu dripnir fríggjadagin.