Samd um býtið av felagskvotu

Samd um býtið av felagskvotu
Tá Fiskimálaráðið ikki vil geva trolarunum eginkvotur av makreli, hava reiðaríini sjálv býtt felagskvotuna millum sín

13.01.2015 - 14:55

Fýra reiðarí vildu ikki vera við, so eginkvoturnar eru ikki stórar. Men úrtøkan verður størri, tá skipini kunnu fiska, tá best liggur fyri hjá teimum.

Fyri at sleppa undan kappfisking, sum gevur verri prís, og fyri at sleppa undan at fiska makrel í bestu upsatíð, hava lemmatrolarar og partrolarar gjørt semju um eginkvotur, hóast Fiskimálaráðið bara gav skipunum felagskvotu við hámarki.

36 reiðarí við í semjuni

Reiðarí, sum eiga 36 av 40 loyvum í trolarabólkinum, eru við í semjuni. Tey eru samd um, at eginkvotan hjá hvørjum skipi er 386 tons, hóast Fiskimálaráðið gav teimum 868,5 tons. Orsøkin er, at fýra skip eru ikki við semjuni.

Teirra 868,5 tons í part gera, at 3.474 tons ikki eru við í felagskvotuni, sum er býta millum tey 36 skipini, sum eru við í semjuni. Og tað gevur 386 tons til hvønn trolaran.

Semjan, sum bara er galdandi fyri 2015, ger, at flestu skipini bíða við at fara eftir makrelinum, tí nú er besta upsatíð. Sambært semjuni millum tey 20 reiðaríini gjørdi kappfiskiskapurin í fjør, at partrolararnir fingu í miðal hálva aðru krónu minni fyri kilo av makreli enn skip í øðrum bólkum fingu.

Mistu 45 milliónir

Trolarnir mistu 45 mió. kr., tá semja varð gjørd um at partrolarnir skuldu fáa hálva aðru krónu minni fyri hvørt kilo av makreli. Reiðaríini sendu 2. januar landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eina áheitan um at geva skipunum eginkvotur.

Hin møguleikin er at seta hámarkið hjá hvørjum skipi so høgt, at tað eggjar øllum reiðaríunum í trolarabólkinum at gera semju, so øll skipini fáa sín part. Men tað vildi landsstýrismaðurin ikki.

Hóast reiðaríini, sum eiga tey 36 loyvini, hava lagt upp fyri, at hini fýra, sum ikki eru við, fáa meira í sín part, viðurkenna tey ikki, at teir, sum ikki eru við í semjuni, hava betri rætt til makrelkvotu enn hinir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634