Trý gull og fýra met í Reykjavík

Trý gull og fýra met í Reykjavík
Føroyskir svimjarar gera um seg í Reykjavík International. Í dag vunnu føroyar trý gull. Trý nýggj føroysk met vórðu eisini tikin
 
17.01.2015 - 21:47

Fleiri føroyskir svimjarar vóru í dag skjótari enn nakrantíð áður, tá kappast var í Reykjavík International í Íslandi.

Nýtt met í 200 metur frí hjá kvinnum

Cecilia Wigant Eysturdal vann bronsu í 200 m. frísvimjing, og hon setti eisini nýtt føroyskt met.

Tíðin hjá Ceciliu var 2.08.02. Gamla metið átti Emma Festirstein Nystrøm frá í fjør. Gamla metið var 2.09.31

Nýtt føroyskt met í 200 metur firvald hjá monnum

Óli Mortensen bleiv nummar fýra í finaluni í 200 m. firvaldssvimjing á langgeil.

Tíðin hjá Óla var 2.09.45. Óli átti sjálvur gamla metið frá í fjør. Gamla metið var 2.09.31.

Nýtt føroyskt met í 200 metur bringusvimjing hjá kvinnum og í 50 metur bringu

Ásbjørg Hjelm setti eisini nýtt føroyskt met í dag.

Ásbjørg vann gull í finaluni við tíðini 2.44.46. 

Gamla metið er frá 2010. Tað átti Turið S. Christiansen (2.44.81)

Ásbjørg Hjelm setti eisini nýtt føroyskt met í 50 metur bringu við tíðini 35.61

Góður dagur fyri føroysku svimjararnar

Hesin dagurin bleiv heilt góður fyri føroysku svimjararnar, tí umframt at taka fleiri føroysk met, vórðu eisini nógv heiðursmerki vunnin.

Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans trý gull, trý silvur og fýra bronsuheiðursmerkir.

Les meira á svimjing.com

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891