Tryggingarfólk fingið boð um góðan skikk

Tryggingarfólk fingið boð um góðan skikk
Kunngerð komin um villleiðandi og ágangandi marknaðarføring
Tryggingarfeløgini hava fingið leiðreglur um marknaðarføring. 18 dømi um villleiðandi ella ágangandi marknaðarføring eru saman við kunngerðini
 
19.01.2015 - 13:36

Tryggingarfólk kunnu ikki siga við fólk, sum ætla at keypa eina trygging, at tey sleppa ikki út, fyrr enn tey hava gjørt avtalu um tryggingina.

Tað er ágangandi marknaðarføring, tá kundin verður villleiddur til at halda, at hann ikki kann fara úr hølunum, fyrr enn ein avtala er gjørd um tryggingina.

Ein kunngerð um góðan skikk fyri tryggingarfeløg, sum Vinnumálaráðið lýsti í farnu viku, er komin í gildi.

Saman við kunngerðini eru 14 dømi um villleiðandi marknaðarføring og fýra dømi um ágangandi marknaðarføring í privatum kundaviðurskiftum.

Dømi um villleiðandi marknaðarføring er, tá rættindi, sum kundin eigur sambært lógini, verða gjørd til sereyðkenni í tilboðnum hjá tryggingarfelagnum.

Meginreglan í nýggju kunngerðini er tann, at eitt tryggingarfelag skal vera reiðiligt og álítandi mótvegis sínum kundum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659