Neistin er í steypafinaluni

Neistin er í steypafinaluni
Ein sera spennandi dystur í Vestmanna endaði við 28-28 javnleiki. Neistin vann samanlagt við einum máli
Birita Wardum og Jacklin Durhuus fegnast um plássið í steypafinaluni
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
29.01.2015 - 21:08

Neistin stríddi seg í kvøld til ein 28-28 javnleik í Vestmanna.

Eina løtu sá út sum, at VÍF skuldi fara til hálvleik við einari tryggari leiðslu.

VÍF var á odda 11-7, men tað eydnaðist Neistanum at koma upp á javnt, 14-14, áðrenn farið var til hálvleik.

Hetta var serliga takkað verið nógvu málunum frá Milicia Rankovic og stórspæli frá Fríðu Petersen í Neistamálinum.

Tað kundi tað sama verið VÍF, sum kom í finaluna, men marginalarnir vóru við Neistanum.

Seinni hálvleikur endaði við somu støðu, og tí fer Neistin víðari. Tær vunnu fyrra dystin 28-27.

VÍF - Neistin 28-28 (14-14)

VÍF toppskjúttar: Liljan Djurhuus, 9. Tóra Seloy, 5. Daniella Joensen, 5.

Neistin toppskjúttar: Milicia Rankovic,12. Bára Hansen, 7.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025