Nýggj bingjuhavn í Nuuk

Nýggj bingjuhavn í Nuuk
Landstingið hevur treytað sær, at stórt fokus skal vera á at brúka faklærda og ófaklærda grønlendska arbeiðsmegi
Mynd: Nanoq.gl  
 
03.02.2015 - 07:21

Heimasíðan hjá grønlendska landstinginum skrivar, at treytað avtala er gjørd við felagið Per Arsleff Grønland um arbeiðið, og treytin er, at stórt fokus skal vera á at brúka grønlendska arbeiðsmegi, faklærda og ófaklærda, og lærlingar skulu setast við.

- Verkætlanir, sum hendan, skulu fáa hjólini at mala skjótari í Grønlandi, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sambært heimasíðuni hjá landstinginum.

Takast í nýtslu í november 2015

Arbeiðið fer at krevja tað, sum svarar til 90 grønlendsk fulltíðarstørv í eitt ár.

Arbeiðið at gera nýggja bingjuhavnin fevir um at dýpa havnabassengið, gera 300 metrar langa atløgubryggju og eitt pláss til bingjurnar. Eisini skulu skrivstovubygningur, pakkhús og verkstaður byggjast.

Arbeiðið fer at kosta umleið 400 miljónir krónur, og verður liðugt í november næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815