Ikki nokk av nebbasild til fuglarnar

Ikki nokk av nebbasild til fuglarnar
Seinastu árini hevur nebbasildastovnurin verið so lítil, at fuglurin, sum etur nebbabsild, hevur havt trupulleikar at hóra undan
Ein heimsumfatandi kanning vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1/3, so minkar talið av pisum í stórum
Mynd: Savnsmynd  
 
04.02.2015 - 09:22

Ein heimsumfatandi kanning vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1/3, so minkar talið av pisum í stórum. 
Eisini sveiggini gerast størri, og í nógvum førum gevast fuglarnir at reiðrast.
Fer fiskastovnurin niður um hetta markið, fær fuglurin ikki fatur á nóg nógvum fiski til sín og pisurnar. Tað skrivar havstovan á heimasíðu síni.
Granskarar hava samanborið 14 sjófuglasløg í 7 ymiskum vistskipanum fyri at kanna, hvussu broytingar í føðigrundarlagnum ávirka talið av pisum, sum koma undan. 
Í Føroyum er nebbasildin tann fiskurin, sum teir flestu fuglarnir eta um summarið, men av tí at nebbasild ikki verður veidd undir Føroyum, hava vit ikki tøl fyri, hvussu stórur stovnurin av vaksnari nebbasild hevur verið. 
Sera fáar pisur eru komnar undan seinastu 12 árini, hjá teimum fuglunum, sum vanliga føða pisurnar við nebbasild t.d. lomviga, lunda, ritu og ternu. 
Tí kann sigast, at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið niðanfyri 1/3 av tí, sum hann var, tá ið hann var upp á tað mesta, skrivar havstovan.
Helst hevur nebbasildastovnurin verið munandi minni summi av árunum, tí magakanningar av toski vísa, at heldur ikki toskurin hevur fingið fatur á nógvari nebbasild. 
Toskurin hevur tó funnið meira nebbasild seinastu árini, men enn er lítil bati at síggja í sjófuglinum, skrivar Havstovan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446