P/F Vinnan og Taks í Hægstarætt

P/F Vinnan og Taks í Hægstarætt
Næstan fýra ár eftir, at dómur fall í Føroya rætti, fer Hægstirættur at viðgera skattamálið hjá partafelagnum Vinnuni í Gøtu
Taks roynir málið móti P/F Vinnuni í Gøtu í Hægstarætti
Mynd: Savnsmynd  
 
05.02.2015 - 14:15

Mánadagin 23.mars klokkan níggju fer Hægstirættur undir at viðgera málið. Tað verður í Keypmannahavn.

Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P/f 30.september 2005. 
Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt fyri søluna, 53,4 milliónir kr., og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini. 
P/f Vinnan góðtók ikki hesa avgerðina. Tey 11 avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir kr., men tað varð gjørt undir mótmæli. 
Taks varð síðani stevnt. 14.juni í 2011 fall dómur í Føroya rætti, sum gav Vinnuni viðhald. 
Taks fór í Eystara landsrætt við málinum, men 7.november í 2012 fekk Vinnan eisini viðhald har.
Eftir dómin í Landsrættinum fingu partaeigararnir pengarnar aftur frá Taks. Við rentum og sakarkostnaði var upphæddin nú komin upp í 70 mió. kr. 
Taks fekk síðani loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum.
Steffen Sværke, advokatur hjá Kamaradvokatinum, umboðar Taks í Hægstarætti. Hann plagar at hava sakarmálini hjá danska skattavaldinum. 
Christian Andreassen er advokatur hjá teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815