Kostnaðarmikið at yvirtaka SEV

Kostnaðarmikið at yvirtaka SEV
Kommunurnar hava ikki rætt til endurgjald, annað enn egininnskotið við rentum, yvirtekur landið SEV, heldur Vinnumálaráðið
Yvirtekur landið SEV, hava kommunurnar ikki rætt til endurgjald, annað annað enn egininnskotið við rentum, heldur Vinnumálaráðið
 
13.02.2015 - 17:05

Tað verður ikki bara sum at siga tað hjá landinum at yvirtaka SEV. Og ókeypis verður tað ikki. Vinnumálaráðið heldur ikki, at ein slík yvirtøka gevur kommununum, sum eiga SEV, rætt til endurgjald, annað enn egininnskotið við rentum.

Tað talið kann, leysliga mett, verða okkurt um 85 mió. kr. ella góðar 330 milliónir, tað veldst um, hvussu rentan verður roknað ella, hvør renta verður brúkt.

SEV ikki rætt til ovurstórt endurgjald

Eitt annað sjónarmið hjá landsstýrinum er, at brúkararnir, Føroya fólk, hevur goldið SEV, og tí eigur SEV ikki rætt til ovurstórt endurgjald.

Kommunurnar og SEV halda ikki, at landið skal eiga SEV. Skal landið yvirtaka SEV, eigur bókaða eginognin at vera fíggjarliga byrjanarstøðið fyri endurgjaldinum, halda kommunurnar.

SEV hevur víst á, at síðst í 2010 var eginognin hjá SEV 890 mió. kr. Semja er kortini um, at landið kann ikki yvirtaka SEV uttan at semja er um tað millum landið og kommunurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525