Ávara ímóti at útveita almennar uppgávur

Ávara ímóti at útveita almennar uppgávur
Feløgini í Samtaki ávara ímóti at útveita almennar uppgávur. Samtak sigur, tað er ikki rætt, at ein tænasta er betri og bíligari á privatum hondum
Feløgini í Samtaki ávara ímóti at útveita almennar uppgávur. Samtak heldur, tað er ikki rætt, at ein tænasta er betri og bíligari á privatum hondum
 
17.02.2015 - 10:26

Feløgini í Samtaki ávara ímóti at útveita almennar uppgávur. Heldur eiga lands- og kommununalir myndugleikar at taka royndirnar uttanlands at útveita uppgávur í álvara, og ikki gera somu mistøk, sum grannlondini hava gjørt.

Í londunum uttan um okkara er prógvað, at heimahjálp, vasking og ansing verða bíligari og betri á almennum hondum, enn tær eru, tá tær verða bodnar út.

- Tað er ikki til stuttleika, at privat bjóða seg fram at gera almennar vælferðartænastur - tað er fyri at forvinna pening. Júst hetta ger, at tænastan, sum er boðin út, verður annaðhvørt dýrari, ella at starvsfólk koma undir trýst at arbeiða fyri minni løn, enn sáttmálin ásetir, siga feløgini í Samtaki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522