- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnir herja Avstralia

Tvær ódnir herja yvir Avstralia í morgun, og serliga væntast ódnin, Marcia at gera nógv um seg.
Hon verður mett sum sera vandamikil, og myndugleikarnir meta hana at vera á stig 5, sum er tað harðasta ein ódn kann vera.
85 metrar um sekundi, og á veg suðureftir
Ávarað verður um, at vindferðin kann vera upp í 85 metrar um sekundið.
Marcia er nú yvir tætta fólkaðu økjunum norðanfyri Brisbane, og er á veg suðureftir, har enn fleiri fólk búgva.
Myndugleikarnir ávara fólk ímóti ódnini, og biðja fólk finna sær skýli.
Fyrstu ferð tvær so ógvusligar ódnir eru skrásettar samstundis
Ein onnur ódn, sum nevnd verður Lam, er yvir landspartinum, Northern Territory, hon er ikki eins ógvuslig, og har á leiðini búgva heldur ikki so nógv fólk, upplýsa myndugleikarnir.
Avstralski veðurmaðurin, Adam Morgan, á veðurstøðini í Darwin, sigur, at hetta er fyrstu ferð at veðurstovnurin hevur skrásett tvær so ógvusligar ódnir í 24 tímar.
Skúlar, havnir og flogvallir stongdir
Mett verður, at ein ódn á triðja stigi er vandamikil. Ódnin Marcia mentist frá stig 1 til stig 5 frá í gjár til í nátt, og tað er serligar umstøður sum gera tað, heitur sjógvur og serlig viðurskifti í atmosferuni.
Myndugleikarnir hava stongt bæði skúlar, havnir og flogvallir, so leingi sum ódnin Marcia herjar.




























