Viðgera kvinnurættindi í Føroyum

Viðgera kvinnurættindi í Føroyum
Føroyar hava latið ST tríggjar frágreiðingar, hvussu gongst at halda kvinnarættindasáttmálan
Fólk frá Løgmansskrivstovuni og Vinnumálaráðnum eru farin til Geneve at svara spurningum frá ST um kvinnurættindi í Føroyum
 
24.02.2015 - 08:45

Kvinnurættindi í Føroyum verða viðgjørd í Geneve í dag.

ST hevur hoyring um kvinnurættindi, og grundarlagið er frágreiðingin, sum ST fekk frá landsstýrinum í 2013.

Kvinnurættindasáttmálin hjá ST, CEDAW sáttmálin, kom í gildi í Føroyum í 1983.

Triðja frágreiðingin

Frágreiðingin, sum ST fekk úr Føroyum í 2013, er tann triðja úr Føroyum um, hvussu gongst hjá Føroyum at halda CEDAW sáttmálan. 

Løgmansskrivstovan samskipaði arbeiðið at skriva frágreiðingina og fyrireika seg til hoyringina í dag í samstarvi við Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og danskar myndugleikar. 

Frágreiðingin hevur eisini verið til hoyringar hjá áhugafelagsskapum í Føroyum.

Fólk frá Løgmansskrivstovuni og Vinnumálaráðnum eru farin til Geneve at svara spurningum frá ST um kvinnurættindi í Føroyum í hoyringini í dag.

Lata frágreiðing fjórða hvørt ár

CEDAW sáttmálin áleggur Føroyum at tryggja rættindi hjá kvinnum. 

Fjórða hvørt ár skal frágreiðing latast ST um, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í sáttmálanum. 

Áhugafelagsskapir kunnu eisini lata ST sínar egnu frágreiðingar, skuggafrágreiðingar nevndar, og felagsskapirnir kunnu vera við til hoyringarnar hjá ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Fríggjadag 7. mars
Vikuskiftið 7. mars 2025
188837
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766