Meira laksur verður nú útfluttur

Meira laksur verður nú útfluttur
Samlaði útflutningurin av fiskavørum í 2014 var seks milliardir. Føroyar útfluttu laks fyri hálva milliard meira í 2014 sammett við 2013
Føroyar útfluttu 20 prosent meira laks í 2014 enn í 2013, sambært nýggjum hagtølum hjá Hagstovu Føroya
 
26.02.2015 - 10:55

Umleið helvtin av fiskavørunum, ið vórðu útfluttar í 2014, vóru laksur. Vit útfluttu laks fyri hálva milliard meir í 2014 enn í 2013. Vøksturin frá 2013 til 2014 var 20 prosent, skrivar Hagstovan.

Í 2001 var útflutningurin av laksi góðar 900 milliónir krónur og var tað metár, áðrenn sjúka rakti alingina og var orsøk til stór afturstig. Tað gjørdi, at útflutningurin minkaði niður í 374 milliónir krónur í 2006.

Síðani 2006 er útflutningurin tó vaksin á hvørjum ári og var útivið tríggjar milliardir krónur í 2014, sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233