Nú verður fimta PISA-kanningin

Nú verður fimta PISA-kanningin
Uppgávurnar verða týddar úr enskum og partvís úr fronskum
 
03.03.2015 - 08:13

Um tvær vikur verður fimta PISA kanningin í føroyska fólkaskúlanum. PISA kanningin verður í 9.flokki dagarnar 16. til 19.mars.

Mentamálaráðið leggur stóran dent á málið í PISA kanningunum, skrivar Skúlablaðið. Mentamálaráðið ger nógv burturúr at orða uppgávurnar væl og greitt, sigur Claus Reistrup, ráðgevi í Mentamálaráðnum, við Skúlablaðið.

Uppgávurnar verða týddar úr enskum og partvís úr fronskum. 

- Vit seta stór krøv til týðararnar og brúka bara royndar, góðar týðarar, sigur Claus Reistrup við Skúlablaðið.

Kenna málburðin

Millum annað eru fólk, sum kenna málburðin hjá næmingunum í 9.flokki, biðin um at týða uppgávurnar.

PISA er ein altjóða kanning, sum mátar førleikar, sum serfrøðingar í OECD-londunum halda vera grundleggjandi og neyðugar hjá fólki at hava, so tey kunnu taka av avbjóðingunum í vitanarsamfelagnum, skrivar Skúlablaðið.

Í hvørjari PISA kanning verða trý faklig høvuðsøki kannað, lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í ár verður høvuðsdenturin lagdur á náttúruvísindi. 

Í PISA 2015 verður ein nýggjur táttur, sum kallast at samstarva í felag um at loysa eina uppgávu. 

Hvør næmingur skal í einum virtuellum rúmi tjatta við ein “persón” í forritinum í geymanum. Hetta kenna næmingarnir longu frá ymiskum telduspølum, skrivar Skúlablaðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846