Skal landið yvirtaka SEV?

Skal landið yvirtaka SEV?
Johan Dahl, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, kjakast um evnið í sjónvarpsstovuni í kvøld
 
03.03.2015 - 11:02

Síðani SEV varð stovnað, hava kommunurnar í felag staðið fyri el-framleiðsluni her á landi. Men spurningurin er, um tað verður støðan frameftir. 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur ið hvussu er, at landið eigur at yvirtaka SEV. Støðan hjá landinum verður staðfest í frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á el-orkuøkinum í Føroyum, sum ein arbeiðsbólkur herfyri handaði Johan Dahl, landsstýrismanni.

Har mæla umboðini fyri landsstýrið til, at landið yvirtekur SEV, meðan umboðini fyri SEV og kommunurnar halda, at kommunurnar í áratíggju hava røkt ábyrgdina til lítar, og hava megnað at bygt upp eina vælvirkandi og framkomna elveiting. 

Vilja hava endurgjald

Skal landið yvirtaka SEV, vilja kommunurnar hava fult endurgjald fyri tær íløgur, ið eru gjørdar.

Men tað halda umboðini fyri landsstýrið ikki, tí brúkararnir hava longu goldið íløgurnar um streymrokningina.

Spurningurin, hvør skal hava streymveitingina um hendi og um kommunurnar skulu hava endurgjald fyri SEV er evnið í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld.

Gestir hjá Boga Godtfred verða Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri og formaður í Kommunufelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860