Spyr um svimjing undir føroyskum flaggi

Spyr um svimjing undir føroyskum flaggi
Gunvør Balle, løgtingskvinna, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, fyrispurning
 
03.03.2015 - 08:05

Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at føroysk ítróttarfólk kunnu luttaka í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi?

Tað vil Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum. 

Gunvør Balle spyr, nú tað er komið fram, at føroyskir svimjarar ikki kunnu taka lut undir føroyskum flaggi í altjóða kapping í Baku í summar, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðgan limaskap í Altjóða Olympisku nevndini, IOC. 

Gunvør Balle spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar sær at tryggja føroyska luttøku í summar undir IOC flaggi?

Og um landsstýrismaðurin ætlar at stuðla Ítróttarsambandi Føroya og Svimjisambandi Føroya fíggjarliga ella á annan hátt fyri at fáa staðfest støðu føroyinga í altjóða kappingum, og undir hvørjum flaggi kappast skal. 

Bjørn Kalsø hevur tíggju yrkadagar at svara skrivliga fyrispurninginum frá Gunvør Balle. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590