Fullur sjómaður skeyt neyðrakettir

Fullur sjómaður skeyt neyðrakettir
Løgreglan ger ikki meira, og hevur latið russisku myndugleikunum málið
 
09.03.2015 - 08:08

Um átta tíðina í gjárkvøldið sóust fleiri neyðrakettir í Havn. 

Talan var tó hvørki um óhapp ella vanlukku. 

Løgreglan kannaði málið, og tað vísti seg, at neyðrakettirnar stavaðu frá russiska trolaranum North Ocean, sum liggur við bryggju í Havn. 

Tað var ein fullur sjómaður á trolaranum, sum hevði latið rakettirnar av. 

Løgreglan ger ikki meira og hevur latið russisku myndugleikunum málið. 

Tey vóru fleiri, sum sóu neyðrakettirnar í Havn í gjárkvøldið, tí løgreglan fekk rættiliga nógvar uppringingar og fráboðanir um rakettirnar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025