- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vækstfonden fíggjar føroyskar fyritøkur
Nú føroyskar fyritøkur fáa møguleika at fáa fígging úr danska Vækstfonden, er leiðslan í grunninum á vitjan í Føroyum. Endamálið er at greiða myndugleikum, fíggingarstovnum og fyritøkum um fíggingarmøguleikarnar, og í morgun var fundur við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum.
- Eg síggi stórar møguleikar, sum kunnu fáa meiri nýskapan og vøkstur í føroyskum vinnufyritøkum, og at skapa búskaparvøkstur, sigur Johan Dahl, sambært heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum. Hann vísir á, at Vækstfonden m.a. hevur verið við til at fíggja mobilappina Vivino hjá føroyinginum, Heina Zachariassen.
Stórur váði
Vækstfonden fíggjar fyritøkur, har váðin er stórur, og har fíggingarmarknaðurin annars aftrar seg við at veita fígging. Grunnurin veitir ábyrgdarpening og fremmandafígging. Í samstarvi við privatar íleggjarar hevur grunnurin síðani 1992 verið við til at fíggja 5.400 fyritøkur við 12 milliardum krónum.
Leiðslan í Vækstfonden fer eisini at hitta umboð fyri Vinnuhúsið, BankNordik, Eik Banka og vinnufyritøkur.