Útlendskar sagnir um sólarmyrkingar

bannari
Útlendskar sagnir um sólarmyrkingar
Elsta søgnin um sólarmyrkingar úti í heimi er umrøður eina sólarmyrking, ið sigst at hava verið fyri 4.200 árum síðan
Útlendska søgnin um sólarmyrking, stavar frá ár 2134 fyri Kristi føðing. Her eru nakrar av útlendsku sagnunum
Mynd: sxc.hu  
 
17.03.2015 - 14:00

Elsta søgan um eina sólarmyrking, er ein aldargomul kinesisk søgn. Søgnin sigur, at í gamla Kina trúði man, at sólarmyrking hendi, tí at ein ósjónligur dreki fleyg upp til sólina og át hana. Tey trúðu at, um øll hildu so nógvan gang sum gjørligt og skutu pílar upp í loft, so ræddu tey drekan burtur frá sólini.

Keisarin í Kina hevði sett tveir stjørnufrøðingar, Hsi og Ho at siga sær, nær drekin ætlaði at eta sólina, men hetta eydnaist teimum ikki. Keisarin var í øðini, tí ongin var fyrreikaður at ræða ósjónliga drekan, og tí eydnaðist tað honum at eta sólina, sum honum hóast alt ikki dámdi og spýtti út aftur.

Hsi og Ho vórðu dømdir til deyða. Mett verður, at her er talan um ein sólarmyrking, sum var fyri góðum 4200 árum síðan, ella heilt neyvt tann 22. oktober ár 2134 fyri Krist.

Hildu at sólin var ill tá sólarmyrking var

Í fleiri londum hava fólk trúð, at sólin gjørdist myrk mitt á degi, tí hon var ill. Sólin var ill við mannaættina, tí rýmdi hon eina løtu. Víkingar trúðu, at úlvar høvdu etið sólina, indianarar trúðu, at ein bjørn hevði etið sólina og í Vietnam trúðu tey, at ein froskur hevði svølgt sólina.

Í Japan er tað gomul pátrúgv, at undir eini sólarmyrking, mugu lok leggjast á allar brunnar og fyribyrgjast má, at ongir dropar av himli koma í samband við drekkivatnið, tí hesir dropar skulu sambært gamlari pátrúgv verða eitrandi.

Tað er jørðin, og mánin ferðast sera regluliga runt um sólina, so ber sum sagt til at siga, júst nær ein hending fór fram.

Sólarmyrking eisini umrøtt í Bíbliuni

Eitt dømi út Bíliuni. Har stendur í gamla testamenti hjá Amos 8.9, at:

”skal eg lata sólina ganga undir um middagin og gera myrkt á jørðini um alljósan dag.”

Her er talan um eina sólarmyrking, ið var í miðeystri tann 15. juni ár 763 fyri Krist.

Í dag kunnu vit siga heilt neyvt, nær sólarmyrkingar verða kring heimin. Í Føroyum verður sólarmyrking aftur mánadagin 26. mai 2245 seinnapartin klokkan 15:42.

Og so verður ikki full sólarmyrking aftur fyrr 7. september, ár 2974, eisini seinnapartin klokkan 15:01.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858