Ein finala um finaluna

Ein finala um finaluna
Sunnudagin spæla Kyndil og H71. Dysturin verður sera týdningarmikil fyri, hvør kemur í FM- finaluna
Mynd: H71.fo  
 
19.03.2015 - 07:58

Tað verður helst dysturin komandi sunnudag millum Kyndil og H71, sum avgerð, hvør kemur at møta VÍF í finaluni.

Í gjárkvøldið tapti H71 á heimavølli fyri VÍF, men hoyvíkingar kunnu framvegis røkka FM-finaluni.

Treytin er tó, at H71 vinnur dystin. Í løtuni er Kyndil tvey stig frammanfyri H71, men vinna hoyvíkingar fara teir framum.

Um liðini eru jøvn í stigum verður hugt at innanhýsis uppgerðum, og har hevur H71 feiri sigrar.

 

Úrslit millum H71 og Kyndil

11.okt. 2014: H71 - Kyndil 19-18

19.nov.2014: Kyndil - H71 21-19

15.feb.2015: H71 - Kyndil 22-18

 

Stigatalvan

1. VÍF 21 dystir 34 stig
2. Kyndil 21 dystir 29 stig
3. H71 20 dystir 27 stig
4. KÍF 20 dystir 19 stig
5. Neistin 20 dystir 18 stig
6. STÍF 21 dystir 9 stig
7. Team Klaksvík 21 dystir 6 stig
     

 

Alt er ikki endaliga avgjørt eftir dystin millum Kyndil og H71, men nógv bendir tó á, at tað verður her, at avgerðin fellur.

Dysturin byrjar klokkan 16.00, og útvarpið fer at hava beinleiðis frásøgn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776