Flogbóltur: Fyrru hálvfinalurnar eru í kvøld

Flogbóltur: Fyrru hálvfinalurnar eru í kvøld
Fyrru FM-hálvfinalurnar verða spældar í kvøld á Giljanesi og í Havn
 
19.03.2015 - 09:24

Nú skulu FM-finalistarnir í flogbólti finnast.

Í kvinnukappingini møtast Dráttur og SÍ í høllini á Giljanesi, og hjá monnunum spæla Fleyr og SÍ í Gundadalshøllini.

Dysturin á Giljanesi byrjar klokkan 18.00, og dysturin í Havn byrjar klokkan 20.45.

Einki verður tó avgjørt í kvøld, tí annað liðið skal vinna tvær av trimum hálvfinalum, áðrenn tað er í finaluni.

 

Yvirlit yvir hálvfinalurnar í flogbólti - Kvinnur

Hósdagin 19.mars kl. 18.00 Dráttur - SÍ
Leygardagin 21.mars kl. 14.00 SÍ - Dráttur
Leygardagin 21.mars kl. 19.00 TB - Fleyr
Sunnudagin 22.mars kl. 14.00 Fleyr - TB
Mánadagin 23.mars kl. 20.45 (Dráttur - SÍ)
Fríggjadagin 27.mars kl. 18.00 (TB - Fleyr)

 

Yvirlit yvir hálvfinalurnar hjá monnum

Hósdagin 19.mars kl. 20.45 Fleyr - SÍ
Leygardagin 21.mars kl. 16.00 SÍ - Fleyr
Mánadagin 23.mars kl. 19.30 ÍF - Mjølnir
Týsdagin 24.mars kl. 20.00 Mjølnir - ÍF
Týsdagin 24.mars kl. 19.00 (Fleyr - SÍ)
Mikudagin 25.mars kl. 20.00 (ÍF - Mjølnir)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375