- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dag um dag: Soleiðis verður páskaveðrið

Her er veðurforsøgnin teir næstu fimm dagarnar. Sambært Hanusi Kjølbro, lærara á Sjónámi, verður páskaveðrið soleiðis, teir ymisku dagarnar:
Skírisdagur - í dag: Fyrst eitt lot av útnyrðingi. Seint í kvøld kemur vindurin av landsynningi - sama vindferð eitt andøvsgul, 5 til 8 m/s. Skýggjað og turt allan dagin, og hitin fer at liggja nøkur stig oman fyri frostmarkið.
Langa fríggjadag - í morgin - kemur vindur av landsynningi, 5 til 8 m/s - tað er eitt andøvsgul. Tað verður skýggjað, stundum eitt sindur av regni. Hitin fer at liggja um 2 til 4 stig.
Páskaaftan fer vindurin at koma av útsynningi og vestri - veksandi upp í ein strúk í vindi, 10 til 14 m/s um middagsleitið. Skýggjað allan dagin, viðhvørt sirm ella regn. Hitin fer at liggja um 3 til 5 stig.
Páskadag verður ættin útsynningur. Vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og turt - hitin fer at liggja um 4 til 6 stig.
Annan páskadag verður ættin útsynningur ella vestan. Vindferðin fer at liggja um tað sama sum páskadag, eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s. Skýggjað og turt fyri tað mesta - hitin fer at liggja um 5 til 7 stig.
- Forsagnir, ið strekkja seg fleiri dagar fram, skulu altíð takast við einum ávísum fyrivarni, sigur Hanus Kjølbro, lærari og veðurkønur, á Sjónámi í Klaksvík.




























