- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm fólk handtikin í Kenya
Fimm fólk handtikin í Kenya
Løgreglan í Kenya handtók í gjár fimm fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við álopið á lærda háskúlan í Garrisa hósdagin.

04.04.2015 - 09:33
Tað upplýsir innanríkisráðharrin í Kenya, Jospeh Nkaissery, fyri sjónvarpsstovuni NTV, skrivar CNN.
Tað var hósdagin, at vápnaðir menn frá yvirgangsfelagsskapinum al-Shabaab lupu á lærda háskúlan í kenyanska býnum og drupu 147 og løstaðu 80 fólk.
Hersetingin av skúlanum vardi allan dagin og endaði við, at teir fýra gerningsmenninir tóku lívið av sær sjálvum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























