Fjarlestrardepilin samstarvar um master útbúgving

Fjarlestrardepilin samstarvar um master útbúgving
Nú ber til at taka masterútbúgving í informatións- og samskiftistøkni umvegis Fjarlsetrardepilin í Vági í samstarvi við lærdan háskúla í Stokkhólm
Fjarlestrardepilin í Vági bjóðar nú í samstarvi við Stockhilms Universitet út eina ókeypis masterútbúgving
 
10.04.2015 - 10:04

Fjarlestrardepilin er knýttur at Unordic, ið er norðulendskt samstarv innan utbúgvingar í Norðurlondum. Tað er Unordic, sum nú bjóðar út hesa nýggju master útbúgvingina í IKT, ella informatións- og samskiftistøkni.

Undirvísingarmálið er enskt, men Fjarlestrardepilin skrivar á heimasíðu síni, at um nóg nógv føroysk lesandi melda seg til útbúgvingina, verða eisini føroyskir lestrarvegleiðarar knýttir at útbúgvingini.

Masterútbúgvingin er burturav fjarlestrarútbúgving og byrjar í heyst. Umsóknarfreistin er 15. apríl. Tað er ókeypis at fylgja master skeiðinum í IKT, sum verður bjóðað út umvegis Stockholms Universitet.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521