Gera ikki fongsul í Føroyum

Gera ikki fongsul í Føroyum
Danska kriminalforsorgin hevur ongar ætlanir um at gera eitt fongsul í Føroyum, sigur kriminalforsorgin í svari til løgtingskvinnu
Kriminalforsorgin í Danmark hevur ikki ætlanir um at seta á stovn eitt fongsul í Føroyum, sæst í svari til løgtingskvinnu
 
24.04.2015 - 08:50

Kriminalforsorgin í Danmark hevur ikki ætlanir um at seta á stovn eitt fongsul í Føroyum. Tað sæst í svari frá donsku kriminalforsorgini til Rigmor Dam, tingkvinnu, sum ivast í, um umstøðurnar hjá fangum í Mjørkadali eru nøktandi.

Í Føroyum hava vit ikki opið fongsul, og tí skulu fólk við langum dómum sita fongsulsrevsingina av sær í Danmark.

SÍ EISINI Vilja leingja leigumálið í Mjørkadali

Kriminalforsorgin ger vart við, at atlit verða tikið til tvær grundreglur, tá mett verður um, hvørt fangarnir skulu sita inni í Føroyum ella í Danmark.

Fyrra meginreglan er, at dømd skulu sita fongsulsrevsingina av sær so nær heimstaðnum sum gjørligt. Hin meginreglan er, at dømd ikki skulu sita í meira avmarkaðum umstøðum enn neyðugt er.

Eiga at sita inni nær heimstaðnum

Opið fongsul er ikki í Føroyum, og vórðu atlit bert tikin til avmarkaðu umstøðurnar, áttu nógv dømd at sitið fongsulsrevsingina av sær í Danmark.

Av tí at atlit eisini verða tikin til, at dømd skulu sita fongsulsrevsingina av sær so nær heimstaðnum sum gjørligt, er siðvenja, at fólk við dómum undir eitt ár og seks mánaðir sita í varðhaldinum í Mjørkadali í Føroyum.

Ein fangi sleppur tó til Danmarkar, vil hann tað, og fólk við longri dómum enn eitt ár og seks mánaðir sita sum meginregla dómar av sær í Danmark, skrivar danska kriminalforsorgin.

10-15 fangar í Føroyum tørv á opnum fongsli

Kriminalforsorgin metir, at 10-15 fangar hava tørv á einum fongsli, sum eisini kann vera opið. Kriminalforsorgin sigur, at eitt fongsul í Føroyum við so fáum plássum fer ikki at hava eins góðar arbeiðs-, viðgerðar- og útbúgvingarmøguleikar, sum størri fongsul í Danmark.

Kostnaðurin verður eisini ov høgur í mun til góðskuna sammett við í Danmark. Tí hevur Kriminalforsorgin ikki ætlanir um at seta á stovn eitt fongsul í Føroyum, sæst í svarinum til Rigmor Dam, tingkvinnu.

Rigmor Dam spurdi um umstøðurnar í Mjørkadali, og hjá føroyingum sum heild, ið eru dømdir inn at sita dómar av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178