Leiðsluhúsið skal menna Taks

Leiðsluhúsið skal menna Taks
Ráðgevarafyritøkan Leiðsluhúsið hevur fingið uppgávuna at ítøkiliggera yvirskipaðu strategiina hjá Taks.
 
28.04.2015 - 07:15

Tað boðar keypsportalurin frá.

Taks bjóðaði uppgávuna alment út í síðsta mánað, og stovnurin hevur nú valt Leiðsluhúsið, sum hevur boðið sær til at gera uppgávuna fyri 490.000 krónur.

Uppgávan, ið varð bjóðað út, er í tveimum.

Fyrri partur snýr seg um at menna og ítøkiliggera strategiina, sum Taks longu hevur stungið út í kortið.
Tilgongdin skal eftir ætlan skapa eina felags fatan av, hvar Taks er í dag, og hvagar, hvussu og hvussu skjótt Taks kann flyta seg komandi árini.

Harumframt snýr uppgávan um millum annað at lýsa, hvussu verandi mál, sum stovnurin longu hevur sett sær fyri, skulu røkkast.

Leiðsluhúsið skal eftir ætlan eisini hjálpa Taks at ráðgeva og raðfesta størri og smærri verkætlanir, sum stovnurin hevur í umbúnað.

Hin parturin snýr seg um at menna arbeiðsgongdir í kundatænastuni hjá Taks, eitt nú at menna innanhýsis samskifti á stovninum.

Tvær aðrar ráðgevingarfyritøkur bjóðaðu sær til at gera uppgávuna fyri Taks. Tær eru Smápartafelagið VRG og smápartafelagið Norna.

Arbeiðið skal eftir ætlan byrja longu í næsta mánað ella í juni, og skal í mestan mun vera avgreitt í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521