Minni sild í føroyskum øki

Minni sild í føroyskum øki
Nøgdin av sild í føroyskum øki er minkað í ár samanborið við árini frammanundan. Nakað meira er til av smáari sild
Minni sild, men meira er av smærri sild í føroyskum øki. Tað er fyribils niðurstøðan av kanningum, ið Magnus Heinason hevur gjørt
 
18.05.2015 - 15:50

Tað vísa fyribils úrslitini frá kanningum, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur gjørt, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Havstovan sigur, at úrslitini skulu tó takast við ávísum fyrivarni, tí vánaliga veðrið kunnu hava ávirkað kannin garnar skeiva vegin. Tó vísa kanningarnar, at nakað meira er til av smáari sild.

Útlendsk skip tóku eisini lut í kanningunum

Kanningarnar eru skipaðar sum felags kanningar. Umframt Magnus Heinason vóru rannsóknarskip úr Danmark, Íslandi, Noregi og Russlandi við í kanningunum.

Endamálið við kanningunum er millum annað at fáa tilfar til vega, sum liggur til grund fyri stovnsmetingunum, sum verða gjørdar seinni í summar.

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini um hálvan juni, og verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846