- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seiðalúsin órógvar alivinnuna
- Tað eru tvær ymiskar artir. Laksalúsin er væl størri og setur seg bara á laksafisk; í okkara føri er tað alilaksur og sílini. Meðan seiðalúsin setur seg eisini á alilaks og síl, men á eina ørgrynnu av øðrum fiskasløgum.
Soleiðis greiðir Kirstin Eliasen, granskari og deildarleiðari hjá Firum frá. Sambært tølum frá Apoteksverkinum innflyta vit serliga tvey sløg av heilivági, sum verða brúkt til at avlúsa alilaks.
- Tey bæði, tey eru slice (emamectin) og salmosan (azametiphos). Slice er ein heilivágur, sum verður koyrdur í fóðurið, og tað verður serliga brúkt móti seiðalús, og ikki so nógv lakslúsini. Meðan salmosan er ein baðiviðgerð fyri laksalús, og seiðalús, um tað skuldi verið.
Og tað er eisini ymiskt, hvussu tey bæði lúsasløgini ávirka alilaksin.
- Meðan alivinnan í stóran mun framleiðir laksalýsnar, sum eru, so síggja vit tað við seiðalúsini, at hon ofta sær út til at koma inn útifrá. Altso, at tað er onkur fiskastovnur, sum kemur inn og hevur tær við sær. Um vetrarmánaðirnar er tað ofta meiri seiðalús. Men álopini kunnu variera øgiliga nógv millum ár, og tað er trupult at forútsíggja, nær eitt ringt seiðalúsa ár verður, og nær eitt ikki ringt seiðalúsaár verður.
Sí innslag úr Degi og viku.


























